Fleiri sviku Clinton enn Trump

Tá av tornaði misti Hillary Clinton fleiri valmenn enn Donald Trump.

Í nátt møttust endiliga valmenninir frá ymisku amerikansku statunum at endaliga velja amerikanska forsetan.

 

8. novembur vann Donald Trump forsetavalið móti Hillary Clinton. Hetta gjørdi hann við at tryggja sær meirilutan av valmonnunum frá ymsu statunum.

 

Hesir valmenninir, ein leivd frá gamlari tíð má sigast, møttust so í Washington í gjár, har teir endaliga atkvøddu vegna sín stat.

 

Valmenninir, sum í høvuðsheitum eru eldri politikkarar og onnur, ið hava havt álitisstørv, eru í veruleikanum ikki bundin av øðrum enn samvitsku síni, tá tey skulu atkvøða. Tó er tað sera sjáldsamt, at nakar hevur valt at atkvøða upp á tvørs av valúrslitinum frá sínum stati. Ei heldur hevur tað nakrantíð broytt nakað úrslit.

 

Á valinum 8. novembur fekk Donald Trump 306 valmenn, meðan Hillary Clinton fekk 232. Í ár hava fleiri valmenn boðað frá, at teir ikki fóru at atkvøða sambært úrslitinum. Tí var framvegis nakað av spenningi um, hvørt Donald Trump fór at vinna.

 

Tá avtornaði vísti tað seg tó, at tað var Hillary Clinton, sum misti flest valmenn á atkvøðugreiðsluni í gjár. Tá alt kom til alt fekk Donald Trump 304 valmenn, meðan Hillary Clinton fekk 228. Tríggir valmenn valdu heldur at atkvøða fyri Colin Powell, fyrrverandi uttanríkisráðharra, meðan ein valdi at vísa indianarunum í Suður-Dakota sín stuðul í umhvørvisstríðnum í økinum. Tí fekk indianarakvinnan Faith Spotted Eagle, eina atkvøðu.

 

Tískil er eingin ivi longur - 20. januar verður Donald Trump svorin í eið sum forseti í USA.