Flest kenna Smyril Line

Vitanin um føroyskar fyritøkur í Danmark er eitt sindur avmarkað. Tó kenna 40% av dønum Smyril Line.

Tað vísir kanningin, sum Sjúrður Skaale hevur latið gjørt.

Men fleiri gita. Í spurninginum um føroyskar fyritøkur siga 46% seg kenna fiktivu fyritøkuna, Færøfly. 17% kenna til BankNordik, meðan 12% kenna Atlantic Airways.

Býtt á landslutir í Danmark, kenna 58% í Norðurjútlandi til Smyril Line, 44% á Sælandi, 38% í høvuðsstaðnum, 37% í Miðjútlandi og 35% í Suðurdanmark.

Tá talan kemur til Atlantic Airways eru tað flest i høvuðsstaðnum, ið kenna flogfelagið, 18%. 13% á Sælandi, 11% í Norðurjútlandi, 10% í Suðurdanmark og 8% í Miðjútlandi kenna Atlantic Airways.

BankNordik kenna 21% í Norðurjútlandi, 17% í høvuðsstaðnum, 16% í Miðjútlandi og Suðurdanmark, meðan 14% á Sælandi kenna BankNordik.