FLEYR er steypavinnari

Flogbóltur: Kvinnurnar hjá Fleyr vunnu í steypafinaluni 3-1 ímóti SÍ, sum vann fyrsta settið

Fyri fyrstu ferð síðani 2018 er FLEYR steypavinnari í flogbólti hjá kvinnum. FLEYR vann finaluna í ítróttarhøllini á Hálsi  3-1 ímóti SÍ, sum var steypavinnari øll trý árini 2019 - 2021.

 

Tær er úr Sørvági vunnu fyrsta settið, men síðani vann FLEYR trý sett á rað og harvið dystin 3-1.

 

Annað settið vann FLEYR sannførandi, og so var tað rættiliga javnt í triðja í fjórða setti.

 

Í síðsta settinum legði SÍ rættiliga bragdliga fyri, og SÍ var frammanfyri 4-0 og 7-2. Men so við og við fótaði FLEYR sær, meðan spælið ikki var so sannførandi hjá SÍ.

 

Hetta er triðja ferðin, at kvinnurnar hjá FLEYR vinna steypakappingina.

 

 

 

SÍ – FLEYR 25 – 22, 17 – 25, 23 – 25, 21 - 25