Fleyr fekk silvur og Mjølnir bronsu

Endabresturin í Eikliguni hjá kvinnum í flogbólti var seinnapartin, og har var einki avgjørt í kappingini um silvur og bronsu, fyrr enn teir báðir síðstu dystirnir vóru spældir.

Fleyr tók í Gundadalshøllini ímóti ÍF, og frammanundan var greitt, at vinnarin fekk heiðursmerki og taparin fekk einki. Her gjørdi Fleyr tó bart og vann 3-0. Settúrslitini vóru 25-19, 25-14 og 25-17.

Í Sørvági tóku greipuvinnararnir úr SÍ ímóti grannunum úr Drátti, og her var kravið hjá Drátti, at ein sigur mátti til, skuldi nakað heiðursmerki fáast. Men hóast tað gjørdist ein spennandi fimmsettari, mátti Dráttur lúta, tí SÍ vann 3-2. Settúrslitini vóru 28-26, 21-25, 19-25, 25-23 og 15-10.

Tað vil siga, at Fleyr við sínum sigri trygt ognaði sær silvurmerkini, og sostatt hevur Fleyr vunnið silvur í bæði lands- og steypakappingini. Bronsuna fekk Mjølnir, ið var tann einasti av heiðursmerkjakandidatunum, sum ikki spældi í dag og tí bara mátti bíða í tolni fyri at síggja, hvat hini gjørdu.

 

Endaliga støðan (settmunur í klombrum)

1. SÍ 21 stig (+27)

2. Fleyr 15 stig (+12)

3. Mjølnir 14 stig (+10)

4. ÍF 14 stig (+6)

5. Dráttur 13 stig (+7)

6. KÍF 7 stig (÷14)

7. TB 0 stig (÷48)