Fleyr-SÍ 3-1: Samrøður (FM1)

(FM1) Hoyr samrøður við Súsonnu Ludvig hjá Fleyr og Kristinu Mouritsen gjørdar aftaná oddadystin sum Fleyr vann 3-1

Fleyr strýkur avstað ímóti einum FM-finaluplássi í meistaradeildini hjá kvinnum. Tað bleiv staðfest aftaná oddadystin í høllini á Hálsi í kvøld.

 

Fleyr vann 3-1 á SÍ sum er nummar tvey í meistaradeildini. Settmunurin var 25-13, 25-16, 26-28 og 26-24.

 

Fleyr er greitt á odda við 15 stigum. Nummar tvey er SÍ við 10 stigum. KÍF hevur sjey stig og TB hevur seks stig. Mjølnir hevur trý stig og Drátur er aftast við einum stigi.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Óli G. Samuelsen, reportari hjá FM1 gjørdi við Súsonnu Ludvig hjá Fleyr og Kristinu Mouritsen hjá SÍ.