Flogbóltur: Belgia er risastórur favorittur at vinna á Føroyum

Í morgin klokkan 17 spælir føroyska manslandsliðið fjórða og seinasta dystin í EM-undankappingini

Klokkan 17 í morgin spælir føroyska flogbólts-manslandsliðið fjórða og seinasta dystin í EM-undankappingini í høllini á Hálsi í Havn.

 

Liðið hevur higartil tapt 0-3 fyri Estlandi úti og heima, og 0-3 fyri Belgia úti.

 

Í morgin er Belgia mótstøðuliðið. Belgia hevur longu vunnið undanbólk C.

 

Belgia hevur umframt 3-0 sigurin á Føroyum vunnið 3-0 og 3-2 á Estlandi, og belgiumenn hava sostatt longu tryggjað sær átta stig uppá tríggjar dystir. Estland endaði á sjey stigum fyri fýra dystir.

 

Tí verður mett, at venjaratoymið hjá Belgia fer at geva fleiri eykaspælarum møguleikan móti Føroyum.

 

Belgia er óannsæð risastórur favorittur hjá seks altjóða veddingarfyritøkum at vinna á Føroyum.

 

Tvær veddingarfyritøkur, Bet-At-Home og Bet365 eru so vísar í, at Belgia vinnur á Føroyum, at tær lata ikki nøkur odds fyri belgiskan sigur. Hinar fýra veddingarfyritøkurnar lata bara 1,01 í oddsum uppá belgiskan sigur.

 

Oddsini uppá føroyskan sigur liggja millum 9,80 og 17,00. 

 

Her eru oddsini: 

 

##med2##