Eingin fekk skaða, tá eitt flogfar hjá SAS og eitt annað flogfar stoyttu saman á flogvøllinum á Mallorca um middagsleitið í gjár. Svenskir fjølmiðlar siga, at SAS-flogfarið, sum skuldi til Stockholm, bar við eitt annað flogfar, tá tað var á veg út á fráfaringarbreytina.
178 ferðafólk vóru í SAS-flogfarinum, ið er av slagnum Boeing 737, og tey fingu øll boð um at fara út.
Kunningarstjórin hjá SAS, Johan Direndahl, sigur við fjølmiðlarnar, at samanstoyturin var ikki harður, men ferðafólkini siga nakað annað. Fleiri teirra siga, at samanstoyturin var so harður, at ein partur av afturendanum á hinum flogfarinum brotnaði.
Spanska felagið Iberia eigur hitt flogfarið.