Flogfar dottið niður í Libya

Eitt ferðamannaflogfar hjá felagnum Afriqiyah Airways er dottið niður í Libya, og øll tey 105, sum vóru í flogfarinum, hava latið lív. Tað skrivar Reuters frá arabiska sjónvarpinum al-Arabiya.

Sagt verður, at flogfarið kom úr Johannesburg í Suðurafrika, og at tað datt niður, júst sum tað skuldi seta seg á flogvøllin í libyska býnum Tripoli. Eftir ferðaætlanini skuldi flogfarið halda leiðina fram til London.

94 ferðafólk vóru í flogfarinum, og manningin taldi 11, skrivar Reuters. BBC sigur, at ferðafólkini vóru úr fleiri londum.