Eitt ferðafólkaflogfar hjá týska felagnum Lufthansa fór út av flogbreytini á Arlanda-flogvøllinum uttan fyri Stockholm seinnapartin. Flogfarið skuldi júst avstað til München, tá óhappið hendi.
Tíðindatænastan Thelocal.se skrivar, at 76 ferðafólk vóru í flogfarinum umframt manningina, og at eingin fekk skaða av óhappinum. Øll vóru fingin úr flogfarinum og flutt við bussum aftur til farstøðina, haðani tey sluppu avstað við øðrum flogførum.
Klas Nilsson, talsmaður fyri Arlanda-flogvøllin, dugir ikki at siga, hví flogfarið fór av breytini, men hann heldur, at flogfarið gleið útav, tí tað var rættiliga hált summastaðni á breytini. Flogfarið verður nú kannað.