Flogfarið hevði nýggjan motor stutt áðrenn flogvanlukkuna í India

Ongar ávaringar ella avbjóðingar við viðlíkahald av flogforum, upplýsir Air India.

Eitt Dreamliner-flogfar datt niður í India í síðstu viku, og nærum øll umborð doyðu. Orsøkin til vanlukkuna er enn ókend. (Savnsmynd). - Mynd: Sam Panthaky/Ritzau Scanpix

Ferðafólkaflogfarið hjá Air India, sum datt niður í síðstu viku í India, hevði ongar motortrupulleikar.

Tað segði formaðurin í Air India, Natarajan Chandrasekaran, í samrøðu við indisku sjónvarpsstøðina Times Now, sambært tíðindastovuni Reuters.

Høgri motorurin á ferðafólkaflogfarinum var nýggjur og settur flogfarið í mars í ár, meðan vinstri motorurin seinast hevði verið viðgjørdur í 2023, stendur í fráboðanini.

Tað vóru eingi reyð fløgg ella trupulleikar við viðlíkahaldi, sigur formaðurin sambært Reuters.

Flogfarið misti hædd nøkur sekund eftir at tað fór á flog úr Ahmedabad í landnyrðingspartinum av India á veg til Gatwick í bretska høvuðsstaðnum, London.

Tað var ein yvirlivandi millum tey 242 ferðafólkini umborð á flogfarinum, sum datt niður í eitt bústaðarøki, og fleiri enn 30 fólk doyðu á jørðini. Flogfarið rakti ein bygning á jørðini, og tað elvdi til eina stóra spreinging.

Tann, sum yvirlivdi - ein bretskur maður av indiskum uppruna - sat í setrinum 11A, nærhendis einum av neyðútgongdunum í flogfarinum.

Indiskir myndugleikar søgdu mikudagin, at fleiri enn 200 av ofrunum vóru eyðmerkt við at brúka DNA-royndir.

Báðir svørtu kassarnir frá flogfarinum, einum Boeing 787-8 Dreamliner, eru funnir.

Innihaldið í teimum báðum svørtu kassunum fer væntandi at hjálpa til at greiða frá, hví flogfarið datt niður. Annar varð funnin fríggjadagin, meðan hin varð funnin sunnudagin.

Ein svartur kassi skrásetir tekniskar dátur frá skipanunum hjá flogfarinum - eitt nú hædd, ferð og motorferð upp til eina vanlukku. Hin svarti kassin tekur vanliga ljóð upp úr stýrirúminum.

Millum ferðafólkini umborð vóru 169 fólk úr India, 53 bretar, sjey portugisar og ein kanadiari.

 

/Ritzau/

 

 

 

Eitt Dreamliner-flogfar datt niður í India í síðstu viku, og nærum øll umborð doyðu. Orsøkin til vanlukkuna er enn ókend. (Savnsmynd). - Mynd: Sam Panthaky/Ritzau Scanpix