Flogskipari bót fyri flogvanlukku

Ein 52 ára gamal maður var í rættinum í Ringsted í dag dømdur at gjalda 10.000 krónur í bót, tí hann gloymdi at kanna eftir, at flogfarið hevði nóg mikið av brennievni. Ein frítíðar flogskipari varð í dag dømdur bót, tí hann hevði gloymt at fylt brennievni á flogfarið, tá hann og ein vinmaður hansara skuldu flýgva ein túr yvir Sælandi.

Umframt bótina fekk flogskiparin eisini frádømt rættin at flúgva í trý ár.

Vanlukkan hendi í november 2007. Flogskiparin hevði ikki tryggja sær at nóg mikið av brennievni var á flogfarinum við tí úrsliti, at lítla flogfarið datt niður í hangarina á flogvøllinum í Ringsted.

Báðir menninir sluppu tó frá óhappinum við smærri snuddum, men ákærumyndugleikin metti hendingina álvarsama. Ákærin kravdi, at flogskiparin suldi dømast fyri óviljaðan likamsskaða, men tað heldt rætturin í Ringsted kortini ikki.

Nú eru liðin meiri enn trý ár síðani óhappið, so nú má tað vera nokk. Eg gjørdi ein feil, og meiri er ikki í tí, sigur 52 ára gamli flogskiparin.

Sum flogskiparin skal tú eftir lógini syrgja fyri, at flogfarið hevur brennievni til 45 minuttir flúgving meiri enn ætlað, skriva donsk bløð.