Flogvøllur bjóðar koronakanning

Fyri 1.400 krónur ber til at finna útav, hvørt tú sleppur inn í Eysturríki ella ei

Flestu evropeisku flogvallirnir hava ligið stillir, síðan koronakreppan tók dik á seg. Men ert tú sinnaður 1.400 krónur fyri eina koronakanning, so sleppur tú nú inn aftur í Eysturríki umvegis Wien Schwechat flogvøllin.

Í meira enn ein mánaða hevur tað verið neyðugt at vísa eina læknaváttan, ið ikki er eldri enn fýra dagar, skuldi tú inn í Eysturríki. Kundi tú ikki tað, vart tú sum útlendingur sendur av landinum aftur, og sum eysturríkari vart tú sendur í sóttarhald í 14 dagar.

Nú ber tað kortini til at verða kannaður fyri koronavirus á flogvøllinum fyri 1.400 krónur, sigur DR. Bíðitíðin er millum tveir og tríggjar tímar, men fært tú reina læknaváttan, sleppur tú inn í Eysturríki uttan hóvasták.

Somuleiðis kanst tú eisini verða kannaður á veg úr Eysturríki, soleiðis at tú kanst vísa, at tú ert frískur, tá tú kemur til ferðamálið.

Eysturríki, og serliga eysturríkski parturin av Tirol landslutinum, kom í brennidepilin tíðliga í koronakreppuni, tá tað gjørdist greitt, at avvarandi av skígistingarhúsum og øðrum ikki høvdu tikið koronasmittuna í nóg stóran álvara, og at smittan av álvara gjørdi um seg á økinum.

Koronakreppan hevur eisini verið ein dýrur umgangur hjá Eysturríki, hvørs inntøkur eisini stava frá ferðavinnu. Men nú verður so smátt farið undir at lata landið upp aftur.