Flokslærarin skal hava betri stundir og eftirútbúgving

Tað heldur arbeiðsbólkurin, sum hevur handað landsstýrismannin tilmæli um broytingar í fólkaskúlalógini.

Tíðin, sum flokslærarin í dag fær til at røkja flokslæraraarbeiðið, er í 1. flokki 4 tímar til hvønn næming í um árið. Er ein 1. flokkur 20 næmingar, so fær flokslærarin 80 tímar til flokslæraraarbeiðið, ella tveir tímar um vikuna. Hetta munar ikki nóg nógv, um talan er um flokk, har fleiri næmingar hava avbjóðingar, sum støðan í flestu 1. flokkum er,, ella har trivnaðurin ikki er góður. Tá ið talan er um 2.-10 flokk, fær flokslærarin 3 tímar fyri hvønn næming um árið. Er flokkurin 20 næmingar, so er verða 60 tímar um árið tillutaðir til flokslæraraarbeiðið, ella 1,5 tímar um vikuna.

 

Hetta stendur at lesa í grein, Skúlablaðið skrivar á www.skulabladid.fo

 

Arbeiðsbólkurin, sum hevur arbeitt við at tilmæli um broytingar í fólkaskúlalógini, skjýtur upp, at lærarin fær fleiri tímar í til flokslæraraarbeiði – flokslærarin í grunddeildini 6 tímar, í miðdeildini 5 tímar og í hádeildini 4 tímar.

 

Í frágreiðingini við tilmælum verður sagt, at flokslærarin hevur ein sera týðandi leiklut bæði viðvíkjandi samskipan, trivnaði og læring.

 

Flokslæraraarbeiðið er ásett í kunngerð og fevnir rættiliga breitt. Flokslærarin skal fylgja við og hava eftirlit við arbeiðinum og trivnaðinum bæði hjá einstaka næminginum og flokkinum. Hann hevur ábyrgd av at samskipa arbeiðið saman við flokstoyminum og taka hond um trivnaðin hjá einstaka næminginum. Hann er umboðsfólk floksins í samskiftinum og samstarvinum við leiðslu, lærarar og foreldur og skal javnan og í minsta lagi tvær ferðir um árið kunna heimini um fakliga førleikan, arbeiðsgongdina og trivnaðin hjá barni teirra. Hann skal boða foreldrum frá, um hann er varugur við, at barn teirra mistrívist ella hevur trupulleikar í skúlanum. Somuleiðis hevur einstaki næmingurin rætt til at fáa ráð og vegleiðing um faklig og trivnaðarlig viðurskifti frá flokslæraranum, servður m.a. sagt í greinini á www.skulabladid.fo. 

 

Víðari verður sagt, at tað eru bæði børn og ung, sum hava avbjóðingar, og sum hava ilt við at fóta sær, tí er so umráðandi at tikið verður hond um barnið, so tíðliga sum til ber. Eitt barn, sum mistrívist, hevur truplari við at finna vinir, at luttaka í felagsskapinum og at hugsavna seg um læringina. Sjálvsvirði, tryggleiki og felagsskapur hava stóran týdning í menningini, og her er flokslærarin lyklapersónurin, sum kann gera stóran mun í lívinum hjá einstaka næminginum og at menna sosiala felagsskapin og vinarlagið í flokkinum.

 

Øll greinin kann lesast á www.skulabladid.fo