Flóttafólk – okkara felags ábyrgd

Kjakið um flóttafólk er kyknað uppaftur, nú fjøldir av ræðsluslignum fólki flýggja undan óhugnaliga Talibanstýrinum í Afghanistan.

 

Tað er ikki løgið at kjak um slíkar støður eru nógv merkt av kenslum. Vit liva í eini tíð, har vit dagliga fáa  myndir bornar inn í okkara heim av ræðuleikunum úr stóru verð, og tað ávirkar okkum. At síggja foreldur tveita smábørn uppum píkatráðir í vón um, at onkur loftar teimum hinumegin, tað broytir okkurt innaní okkum.  

 

Sum tá grannahúsini brenna

 

At síggja hesar ræðuleikarnar er sum at vakna um náttina við at eldur er í húsunum hjá grannanum. Tá hugsar tú ikki um rættindi, skyldur, hvør hevur ábyrgd ella um tær ferðirnar, tá tú og grannin hava verið ósamdir um okkurt. Tað einasta tú hugsar um, er at fáa grannafamiljuna út úr logandi húsinum, tí annars doyggja tey.

 

Tá tey eru útkomin syrgir tú fyri, at tey fáa tak yvir høvdi og klæði á kroppin. Og kanska mugu tey flyta inn til tín at búgva í eina tíð. Tankin er, at tá eldurin er sløktur, og húsini eru bygd uppaftur, skulu tey flyta heimaftur til sín sjálvs.

 

Mugu hava greiðar reglur

 

Men hvat er tað vit ræðast við flóttafólkum?

 

Eitt sum mong ræðast – fyri aftur at brúka myndina av grannanum – er, at tey ikki vilja flyta út aftur, tá viðurskiftini eru blivin normal heima hjá teimum sjálvum, og kanska vilja tey heldur ikki arbeiða, nú tey hava vant seg við, at tú gevur teimum mat og klæði. Og so kann tað eisini henda, at tey taka teirra vanar við sær inn til tín. Tað sum tey plagdu at gera heima hjá sær sjálvum, skal nú eisini galda inni hjá tær. Hetta er tað sum mangan er miseydnað, tá tjóðir hava vilja hjálpt onkrum neyðstøddum. Men hetta nýtist ikki at enda soleiðis. Tað krevur bara, at vit eru fyrireikaði til slíkar støður.

 

Húsið brennur

 

Fyri mær er eingin ivi um, at “húsið brennur” í Afganistan í løtuni. Vit hava øll skyldu at hjálpa hesum neyðars fólkunum út, tí annars er teirra lív í vanda.

 

Hvar tey flyta inn, er tann næsti spurningurin. Vit eiga at vera opin fyri, at onkur kann flyta inn til okkara, men eg ivist í, um besta loysnin í hesum førinum er at flyta fólk um hálvan jarðarknøttin. Helst verða hjálparpengarnir munandi betur nýttir aðrastaðni. Fleiri hava sagt, at vit skulu “hjálpa á staðnum”.  “Á staðnum” kann ikki vera í Afganistan, tí har eru fólk ikki trygg. Talan má tí vera um okkurt av grannalondunum hjá teimum.

 

Undir øllum umstøðum eiga vit at vera opin fyri, at vit hava eina felagsábyrgd, og vit eiga at hava greiðar fyriskipanir um, hvussu vit best kunnu hjálpa fólki undir slíkum truplum umstøðum - tí hjálpa, tað skulu vit. 

 

 

 

Helgi Abrahamsen

løgtingsmaður