Flyta fisk úr Barentshavinum við farmaskipi

Íslendingar eru nú farnir undir at lata trolarar, sum fiska í Barentshavinum, leggja fiskin upp í Noregi, haðani hann so verður fluttur við farmaskipi til Íslands.

Íslendingar eru nú farnir undir at lata trolarar, sum fiska í Barentshavinum, leggja fiskin upp í Noregi, haðani hann so verður fluttur við farmaskipi til Íslands. 

 

Fyrr í vikuni var farmaskipið Harengus á Akureyri við millum 400 og 500 tonsum av toski og hýsu, sum ístrolararnir Kaldbakur og Snæfell hjá reiðarínum Samherji høvdu lagt upp í Lofoten. Fiskurin verður arbeiddur á virkjunum, sum Samherji hevur Á Akureyri og í Dalvík.

 

Gestur Geirsson, framleiðslustjóri hjá Samherja, sigur við íslendskar fjølmiðlar, at hetta er fyrstu ferð, at felagið hevur flutt ísfisk úr Barentshavinum til Íslands við farmaskipi. Fyrr hava trolararnir siglt heim at avreiða.

Teir báðir ísfiskatrolararnir hjá Samherja eru farnir aftur til fiskiskap eystanfyri.