Byggingin verður eftir ætlan liðug til jóla 2008. KJ Contractors byggir 8 hús við tilsamans 96 íbúðum. Húsini verða í fýra hæddum við trimum íbúðum í hvørjari hædd. Harumframt verður kjallararúm til hvørja íbúð. Lyfta er í øllum bygningunum. Íbúðirnar verða í trimum ymsum støddum. 89, 105 og 108 fermetrar, og kostnaðurin verður ávikavist kr. 1.425.000,- 1.650.000,- og 1.695.000,-. Tó verða íbúðirnar á ovastu hæddunum eitt sindur dýrari. Tær fara at liggja millum 1,79 og 1,99 millión krónur hvør.