FM '98 Talv, Verður føroyameistarin kosin í dag?

Avgerðin í FM-kappingini kann falla í dag. Vinnur Heini niðurløgdu støðuna ímóti John Arna og talvið ímóti Terja, og John ikki vinnur dagsins dyst ímóti John Arna stendur greitt, at ongin fær Heina aftur í seinasta umfari.

John Arni tók ikki av, tá Heini bjóðaði javnt í gjár, tí hann kendi seg noyddan at gera eina roynd at vinna. Heini javnaði kortini lættliga, og sum fráleið kom hann at standa betur. Og niðurløgdu støðuna var hildið at hann fór at vinna.

John Rødgård og Flóvin Tór Næs samdust skjótt um javnt! Tað er at undrast á, at John ikki leggur meira fyri at fáa Heina aftur. Kanska hevur hann ætlað at økonomisera við megini, so at hann er væl útborin til spurtin - eftir eru sum kunnugt John Arni og Heini!

Jóan Hendrik vann annan dagin á rað - í gjár stóð ein alt meira mótfallin Tummas Martin fyri skotum, og hann tapti dekan og skjótt.

Eyðun og Ólavur telvaðu javnt - her stóð púra fast allanvegin, so hvørgin hevði nakað at iðra seg um.

Og Terji vann ímóti Bernhard í jøvnum endatalvi.

Spurningurin er so, hvussu verður í dag. Heini hevur Terja ímóti sær, John og John Arni bresta saman. Harumframt telva Flóvin og Jóan Hendrik sínamillum, Tummas Martin skal í holt við Ólav, og Eyðun og Bernhard hittast yvir sama borð.