FM avgerðin útsett

Hondbóltur kvinnur: Neista kvinnurnar hava í dag vunnið á Stjørnuni í Klaksvík, og tí verður triðja og avgerandi finalan leygardagin. Avgerðin um hvør verður FM vinnari í kvinnuhondbólti fellur ikki fyrrenn leygardagin.

Tað gjørdist greitt fyri løtu síðani, tá ið Neistin í KÍ høllini í Klaksvík vann 25-22 á Stjørnuni.

Tær úr Klaksvík vóru annars frammanfyri við einum máli eftir 1. hálvleik.

Kvinnurnar úr Klaksvík vunnu fyrstu finaluna á útivølli, og tí verður FM avgjørt i triðju og avgerandi finaluni, sum verður í KÍ høllini leygardagin.

 

Stjørnan-Neistin 22-25 (10-9)

Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen

Stjørnan: Valentina Susiu 6, Durita Ljósstein 5, Edith Hansen 3, Judit Hansen 3, Adina Anghel 2, Bára Klakkstein 2, Una Olsen 1

Neistin: Barbara Brauer 8, Jacklin Durhuus 4

Birita Wardum 4, Lovisa Andreasen 3, Nicoleta Hansen 3, Unnur Danielsen 2, Marjun Danberg 1