FM í estetiskum fimleiki um vikuskiftið

Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn verður leygardagin karmur um FM kappingina í estetiskum fimleiki.


Hetta verður fyrsta FM kappingin í estetiskum fimleiki fyri pinkur, smágentur og kvinnur, síðani stórkappingin varð løgd aftur um bak. Seinastu árini hava liðini verið sera jøvn, so tað verður spennandi at síggja, hvussu leikur fer leygardagin. Feløgini, sum fara at kappast, eru Støkk, Flog, Ljósið og Havnar Fimleikafelag.
Føroya Fimleikasamband hevur ognað sær eitt nýtt fimleikagólv til hesa kappingina. Hetta slagið av gólvi verður eisini nýtt í altjóða kappingum, og saman við vælumtóktu ljósunum, sum hava verið nýtt seinastu árini, ger gólvið, at fimleikararnir veruliga eru í miðdeplinum og verða ikki líka lætt órógvaðir undir framførslunum.
FM kappingin verður skipað í tveimum, fyri at gera hana meira áskoðaravinarliga, tí at kappingarnar hava seinastu árini verið í so drúgvar. Fyrra kappingin leygardagin er fyri pinkur og smágentur og byrjar kl. 14:00. Seinna kappingin verður fyri kvinnur, og hon byrjar leygarkvøldið kl. 18:00.