FM1: Bagge heldur nøgdari við javnleikin enn Dan

(FM1) Hoyr høvuðsvenjararnar hjá B36 og NSÍ seta orð á javnleikini á ovara vølli í Gundadali

##med2##

 

B36 og NSÍ fingu eitt stig í part á ovara vølli í Gundadali í kvøld. Teir hjá NSÍ tykjast frægari nøgdir enn teir í B36. NSÍ er nú bert eitt stig undir niðurflytingarstrikuni, meðan B36 bleiv ikki leyst av EB/Streymi í stríðnum um gylta fjórða plássið.

 

B36 – NSÍ 1-1 (1-1)

 

1-0: Martin Agnarsson (29.)

 

1-1: Betuel Hansen (37)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin, Tróndur Arge og viðmerkjaran, Oddbjørn Joensen siga frá báðum málunum.

 

2) Hoyr Trónd og Oddbjørn taka samanum dystin.

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Dan Brimsvík sum heldir, at hansara menn høvdu málmøguleikarnar, ið skuldu til fyri at vinna dystin, og tí er hann heldur vónbrotin.

 

4) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Sámal Erik "Bagga" Hentze, ið tyktist heldur nøgdari enn Dan. Bagga staðfestir, at NSÍ er eitt botnlið, og tað má arbeiðast hart fyri at koma uppá turt aftur. 

 

B36-NSÍ 1-1 (1-1) - Hoyr málini, samanumtøku og samrøður við Dan Brimsvík og Bagga

B36-NSÍ 1-1 (1-1) - Hoyr málini, samanumtøku og samrøður við Dan Brimsvík og Bagga