FM1: Dali er nøgdur við sigurin - Krosslá er nøgdur við avrikið hjá AB

(FM1) Hoyr mál, samanumtøku og samrøður frá fjórðingsfinaluni HB-AB 2-1 (0-1)

##med2##

 

AB kom á odda longu aftaná 38 sekund vóru spæld, og argjamenn stríddust manniliga, men tá alt var liðugt hevði HB vunnið fjórðingsfinaluna í kappingini um løgmanssteypið 2-1 á ovara vølli í Gundadali.

 

HB-AB 2-1 (0-1)

 

0-1 Marius Kryger Lindh (1.)

 

1-1 Pætur Petersen (73.)

 

2-1 Áki Debes Samuelsen (83.) 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin, Trónd Arge og viðmerkjaran, Símun Samuelsen siga frá teimum trimum málunum.

 

2) Hoyr Símun Samuelsen taka stutt samanum dystin.

 

3) Hoyr samrøðu við nýggja høvuðsvenjaran hjá HB, Dalibor "Dali" Savic sum er sera fegin um at vera komin frá landi við einum sigri, ið hevur stóran týdning fyri hann og leikararnar.

 

4) Hoyr samrøðu við virkandi høvuðsvenjaran hjá AB, Jón Krosslá Poulsen sum iðrar seg um úrslitið, men kortini er sera væl nøgdur við góða leikliga avrikið hjá AB. 

 

 

 

 

 

HB-AB 2-1 (0-1) Hoyr málini, samanumtøku og samrøður við Dalibor Savic og Jón Krosslá Poulsen

HB-AB 2-1 (0-1) Hoyr málini, samanumtøku og samrøður við Dalibor Savic og Jón Krosslá Poulsen