##med2##
Hóskvøldið klokkan 19.45 spælir føroyska landsliðið Nations League dyst móti Litava á útivølli. Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.
Fyrrapartin í dag gjørdi Petur Asbjørn nakrar samrøður.
Hann prátaði eisini fyri seinastu ferð undan dystinum stutt við landsliðsvenjaran, Håkan Ericson.
Håkan staðfestir, at talan er um ein harðan og gamlan graslíkisvøll, ið er slítandi fyri leikararnar, og tað er eitt minus. Men landsliðsvenjarin er rættiliga bjartskygdur um, at vit fáa stig til høldar í annaðkvøld.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna