##med2##
Væl inn í tíðina sum dómarin hevði lagt aftrat hevði TB eitt gott stig í pottinum í Sarpugerði í Norðragøtu, men í 94. minutti slóg royndi málrevurin hjá Víkingi, Finnur Justinussen til og Víkingur fór við øllum trimum stigunum. Innskifti Martin Klein Joensen royndi seg við stútara, Nikola Stoisavljevic í TB málinum hálvbjargaði, og so var gamli málrevurin Finnur Justinussen á rætta stað og í røttu løtuni.
Víkingur-TB 1-0 (0-0)
1-0 Finnur Justinussen (90. +4)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við sigursmálsskjúttan, ið lættur staðfestir: Tað var í seinastu løtu, tí beint aftaná bríkslaði dómarin dystin av. Finnur undirstrikar, at í mun til fyrsta dystin í fjør tá Víkingur bert fekk 1-1 móti AB, so kunnu hann og liðfelagarnir fegnast um at hava fingið trý stig fyrsta dystin. Finnur dregur eisini fram blaðunga Martin Klein Joensen sum ein spennandi framtíðarleikara hjá Víkingi.
2) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við ein vónbrotnan høvuðsvenjara hjá TB, Michael L. Winther sum slær fast, at hetta er nakað TB má læra av og gera betur til komandi útidystin móti ÍF í Fuglafirði um eina viku.