FM1: Fegnir Víkingar og harmir NSÍ-arar

(FM1) Hoyr Arnbjørn Svensson, Sølva Vatnhamar, Klæmint A. Olsen og Trygva Mortensen, viðmerkjara seta orð á 2-1 sigurin hjá Víkingi í Sarpugerði

Sølvi Vatnhamar skoraði bæði málini fyri Víking í 2-1 sigrinum á NSÍ í Sarpugerði í kvøld

Sølvi Vatnhamar skoraði bæði málini fyri Víking í 2-1 sigrinum á NSÍ í Sarpugerði í kvøld

##med2##

 

Fótbóltslagið er gott í Eysturkommunu aftaná 2-1 heimasigurin hjá Víkingi á NSÍ í Sarpugerði í kvøld. Víkingur var greitt tað betra liðið og hevði málmøguleikar til at vinna ein enn størri sigur. Í Runavík staðfesta tey, at gongdin er tung fyri tíðina. 

 

Víkingur-NSÍ 2-1 (0-0)

 

1-0 Sølvi Vatnhamar (59.)

 

2-0 Sølvi Vatnhamar br. (62.)

 

2-1 Tróndur Jensen (73.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig siga frá teimum trimum málunum, ið komu í dystinum í Sarpugerði. Trygvi Mortensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

 

2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við Arnbjørn Svensson hjá Víkingi.

 

3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við tvímálsskjúttan hjá Víkingi, Sølva Vatnhamar.

 

4) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen.

 

5) Hoyr samanumtøkuna hjá Trygva Mortensen, ið staðfestir eitt framúr gott avrik hjá Víkingi, men samstundis eina út av lagi ringa gongd hjá NSÍ. 

 

Sølvi Vatnhamar skoraði bæði málini fyri Víking í 2-1 sigrinum á NSÍ í Sarpugerði í kvøld