FM1: Flogbólturin rundaði av við tveimum minniligum finalum

(FM1) Hoyr formannin í Flogbóltssambandi Føroya, Magnus Tausen taka samanum eitt minniligt flogbóltsár

##med2##

Føroyskur flogbóltur upplivdi ein enda uppá kappingarárið 2020-2021, ið ikki hevur sæð sín líka. FM-vinnararnir hjá bæði kvinnum og monnum máttu finnast aftaná eitt gylt sett, og páskaaftan gjørdist tað talan um tveir "seks-settarar" í seinnu FM-finalunum.

FM-finalur í Meistaradeildini:

Skírisdag:

Dráttur-SÍ, Kvinnur 0-3 (14-25, 18-25, 15-25)
ÍF - Mjølnir, Menn 1-3 (14-25, 22-25, 26-24, 21-25)

Páskaaftan: 

SÍ-Dráttur, Kvinnur 2-3 (25-21,20-25,23-25,25-21,12-15)
Gullsett: SÍ - Dráttur 17-15
SÍ er føroyameistari

Mjølnir-ÍF, Menn 2-3 (25-21,14-25,23-25,25-19,17-19)
Gullsett: Mjølnir - ÍF 15-11
Mjølnir er føroyameistari

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra eina samrøðu við formannin í FBF, Magnus Tausen sum aldrin áður hevur upplivað nakað líknandi.

Magnus Tausen er fegin um eitt væl avgreitt flogbóltsár, og serliga aftaná Korona er tað framúr at kunna fullføra eitt kappingarár. Nú vónar Magnus, at altjóða avbjóðingar aftur verða á skránni fyri føroyskan flogbólt komandi heyst. 

 

(Samrøða við Magnus Tausen formann í FBF)