FM1: Fótbóltspanel um 12. umfar í Betrideildini og Champions League finaluna

(FM1) Prátað var við ymiskar gestir í Fótbóltspanelinum á FM1 í dag

##med2##

 

Í fótbóltspanelinum á FM1, ið Heri Simonsen reikaði fyri vóru ymiskar samrøður, ið snúðu seg um 12. umfar í Betrideildini, og um Champions League finaluna millum Real Madrid og Liverpool.

 

Gestirnir vóru hesir: 

 

1) Jákup á Borg, høvuðsvenjari hjá B68, ið eisini fortaldi um 25 ára re-union hjá hópinum hjá B36, ið vann FM í 1997. Tá var talan um tað fyrsta FM-heitið í 35 ár.

 

2) Klæmint A. Olsen, liðskipari hjá NSÍ.

 

3) John Dam frá Liverpool Føroyum um stóra tiltakið tey reika fyri í Dansifrøi í Havn í annaðkvøld í samband við finaluna í Champions League.

 

4) Tróndur Arge sum tók samanum dystirnar Víkingur-AB 7-0 og B68-NSÍ 0-1, og metti um dystirnar B36-HB, KÍ-EB/Streymur og 07 Vestur-Skála.

 

5) Stutt prát við Árna Gregersen og Ragnar Sjúrðarson um finaluna í Champions League. 

 

Hoyr sendingina Fótbóltspanelið her

Hoyr sendingina Fótbóltspanelið her