##med2##
Føroyska A-landsliðið hjá monnum hevði týsdagin sína seinastu venjing undan fráferðini til Moldova. Føroyska landsliðið skal í kvøld spæla móti Moldova, sunnudagin móti Eysturríki og mikudagin 31. mars móti Skotlandi. Allir dystirnir eru á útivølli.
Allur hópurin hevur verið samlaður á Hotel Hilton síðani mánadagin, og liðið hevur havt tvær venjingar á Tórsvølli, og eina í Moldova í gjár. Fyribils eru ongir skaðar og allar spælararnar, sum blivu úttiknir, eru við. Bartal Wardum hevur verið tilkallaður til venjingarnar, tí Odmar Færø hevur havt smávegis trupulleikar við rygginum, men Bartal er ikki við á ferðini.
Til venjingina týsdagin vóru onkrar ábendingar, um hvat Håkan Ericson ætlar sær móti Moldova. Serliga er líkt til, at Gunnar Vatnhamar fer at fáa møguleikan á verjukenda miðvøllinum. Landsliðið hevur síðani Fróði Benjaminsen gavst leitað eftir einum spælara, sum kann halda javnvágina á liðnum.
##med3##
Håkan Ericson sigur í samrøðuni, at hann roynir Gunnar Vatnhamar á verjukenda miðvøllinum, men vil ikki siga hvør byrjar inni til dystin. Tað er ein dystur millum Teit M. Gestsson og Gunnar Nielsen um málmansplássið. Í verjuni bendir nakað á, at tað verða Gilli Rólantsson, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen.
Á miðvøllinum var ein samanseting, Gunnar Vatnhamar og Hallur Hansson á miðjuni, Brandur Hendriksson til vinstru og Sølvi Vatnhamar til høgru. Fremstir vóru Jóan Símun Edmundsson og Klæmint A. Olsen. Í leypi av venjingini bleiv skift út á fleiri plássum.
##med4##
– Eg havi eina meining um hvør skal byrja inni, og eg havi nokk sett einar níggju av teimum 11, men eg taki ikki eina endaliga avgerð fyrr enn kvøldið fyri, sigur Håkan Ericson í samrøðu við FM1.
Føroyar spæla móti Moldova í kvøld klokkan 19.45. FM1 hevur studiofrásøgn frá dystinum. Byrjað verður eftir tíðindini klokkan 18.30.
##ms##