FM1: Hallur Hansson, Petur Reinert og Tróndur Arge gestir í HM-Radio

HM-Radio á FM1 verður sent beinleiðis millum klokkan 10 og 12 fyrrapartin mánadagin

Fyrrapartin mánadagin reika Rúni á Reynatrøð og Petur Jákup Heinesen fyri sendingini HM-radio í tveir tímar. Sent verður beinleiðis millum klokkan 10 og 12.

 

Gestir í sendingini vera Hallur Hansson, liðskipari á landsliðnum undanfarnu árini, Tróndur Arge, frásøgumaður, fótbóltsviðmerkjari og blaðstjóri á "Ellivu", og Petur Reinert, dómari.

 

Um skránna í morgin sigur Petur Jákup Heinesen: - Tróndur Arge búði í Onglandi, tá tað gjørdist greitt, at Katar fekk HM-endaspælið í 2022. Vit fara at spyrja Trónd hvussu hann minnist reaksjónirnar, tá Katar fór við HM-vertsskapinum í 2022. Vit fara eisini at spyrja Petur Reinert um dømingina í HM-endaspælinum higartil. Onnur evni vera: - - pluss og minus í hvørjum bólki - Leikari at halda eyga við og eftir HM - Hvør leikari hevur verið skuffandi? - Hvør leikari toppar í HM, og so er hann púra burtur? - og so verður "Power Ranking", greiðir Petur Jákup frá.

 

Lurtararnir kunnu senda spurningar og viðmerkingar til nummar 559999. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo