##med2##
B36 hevur higartil mist seks stig á heimavølli móti sonevndu botn-5 liðunum, og tað sæst aftur á stigatalvuni, har B36 hevur 14 stig upp til oddaliðið, KÍ og fýra stig upp til fjórða plássið sum gevur atgongd til Evropa í 2022.
Í dag snávaði B36 móti 07 Vestur, ið hevði eitt sera verjukent útgangsstøði, men tað var væl og virðiliga rættvísgjørt við góða javnleikinum 07 Vestur fekk á Tórsvølli í dag.
B36-07 Vestur 1-1 (0-0)
1-0 Andrass Johansen (61)
1-1 Sølvi Egilsson (66.)
- Eftir avsmurningin ímóti KÍ vóru vit noyddir at skifta spælskipan. Í dag høvdu vit fimm í verjuni, og tað riggaði heilt væl. B36 hevði møguleikar, men teir høvdu ikki nógvar stórar málmøguleikar. Okkara spælarar eiga rós fyri hugburðin og hvussu teir stríddust og ofraðu seg, sigur Heðin Askham í samrøðu við FM1. Báðumegin 0-9 tapið fyri KÍ kann Heðin fegnast um 1-1 javnleikir á útivølli móti NSÍ og B36. Heðin slær tó fast, at KÍ hevur eina óhugnaliga styrki.
- Vit eiga at vinna trý stig, tá ið vit eru á Tórsvølli og serliga, tá ið tað er ímóti liðum, sum vit verða roknaðir at vera favorittar ímóti, men tað hevur ikki eydnast í ár, og tað eydnaðist heldur ikki í dag. Vit skoraðu eitt mál, men heldur enn at økja um leiðsluna, so megnaði 07 Vestur at stríða seg inn í aftur og javna. Sjálvandi órógvaði tað, at vit ikki høvdu allar teir tøkar, sum vit høvdu ætlað at havt á liðnum, men tað tími eg ikki at tosa um, tí tað fáa vit einki gjørt við, og vit vóru 11 ímóti 11, segði Dan Brimsvík í samrøðu við FM1.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar FM1 gjørdi við Dan Brimsvík og Heðin Askham.