FM1: "Home and Away" fer eisini tíðum at senda av bygd

(FM1) Hoyr Stellu Zachariassen greiða frá ensktmæltu sendingini "Home and Away", ið verður send beinleiðis á FM1 hvønn mánadag í summar

##med2##

Mánadagin 3. mai byrjar nýggj røð av enskmæltu sendingini "Home & Away" á FM1.

Verturin, Stella Zachariassen, fer hvønn mánadag millum klokkan 14 og 15 at fáa gestir á gátt og vera nakrar broytingar í mun til undanfarnar "Home & Away" sendingar. 

Sent verður beinleiðis hesaferð. 

Vanliga hevur talan verið um eina røð á átta bandaðar sendingar, men hesaferð verður sendingin regluliga at hoyra hvønn mánadag heilt til 30. august.

Ymisk evni verða tikin upp og er ætlanin við sendingunum at betra um møguleikan fyri integrasjón í Føroyum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra eina samrøðu á enskum (fyri at røkka málbólkinum betur) við Stellu Zacharissen um "Home and Away" sendingarnar. 

Tað vera ikki bara tilflytarar sum vera gestir í "Home and Away". Tíðum vera eisini føroyingar gestir í sendingini, og gesturin í fyrstu sendingini er Jóhannes Miðskarð.

Stellu kundi ikki avdúka, at á onkrum sinni í summar fer hon at senda sendingina av bygd.

(Samrøða: Stella Zachariassen)