FM1: Hoyr hvussu B68 tryggjaði sær sigurin í Fuglafirði

(FM1) Hoyr liðskiparan og sigursmálskjúttan hjá B68 og liðformannin hjá ÍF seta orð á 1-0 sigurin hjá B68 í Fuglafirði

##med2##

 

B68 setti eld á niðurflytingarstríðið í dag við at vinna 1-0 á ÍF í Fløtugerði í Fuglafirði. Sigursmálið skoraði Aleksandur Ó. Jensen, liðskipari hjá B68 tá 73 minuttir vóru farnir av dystinum. Málið hjá B68 kom eftir frísparksombinatión, sum legði upp til, at Lukasz Cieslewicz skuldi skjóta. Skotið varð blokerað, men so var Aleksandur Jensen sum ein køttur á leysa bóltinum og sendi hann í málið.

 

B68 er nú bert tvey stig aftanfyri 07 Vestur og ÍF, ið hava 11 stig, og trý stig aftanfyri EB/Streym sum hevur 12 stig. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Tróndur Arge siga frá sigursmálinum hjá B68.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við sigursmálskjúttan og liðformannin hjá B68, Aleksandur Ó. Jensen, ið slær fast, at tað er fantastiskt fyri hann og liðfelagarnar at vinna ein slíkan sigur.

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við liðformannin hjá ÍF, Karl Løkin sum staðfestir, at nú mugu teir í ÍF í arbeiðshandskarnar at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting. 

 

 

 

(Samrøður: Aleksandur Ó. Jensen og Karl Løkin)