##med2##
- Eg skeyt bóltin millum beinini á málverjanum. So segði ein fegin føroyskur málskjútti, Mads Boe Mikkelsen aftaná 1-1 javnleikin móti Moldova á Zimbru leikvøllinum í Chisinau.
Talan var um fyrsta A-landsdystin frá byrjan hjá Mads Boe Mikkelsen, ið er ættaður úr Leirvík.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Petur Asbjørn Lervig og Agnar Prestá siga frá málinum hjá Mads Boe Mikkelsen, og samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við málskjúttan.
##med3##