FM1: Hoyr samrøður við Teit, Brand og Sølva

(FM1) Hoyr Teit Matras Gestsson, Brand H. Olsen og Sølva Vatnhamar seta orð á týdningarmikla sigurin á Moldova

##med2##

 

Føroyar – Moldova 2-1 (0-0)

 

1-0: Klæmint A. Olsen 67.

 

2-0: Heini Vatnsdal 71.

 

2-1: Milinceanu 84.

 

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson Sørensen, Heini Vatnsdal, Odmar Færø (Jákup B. Andreasen, 65.), Daniel Johansen – Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen (Hørður H. Askham, 86.), Meinhard E. Olsen (Jóan Símun Edmundsson, 65.) – Klæmint A. Olsen (Andreas Lava Olsen, 86.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra: 

 

1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við føroyska landsliðsmálverjan, Teit Matras Gestsson sum skemtiliga helt fyri, at tað var allur stuðulin og gangurin frá Skansanum, ið gjørdi, at samskiftið millum hann og Gunnar Vatnhamar ikki riggaði við málið hjá Moldova.

 

2) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Brand H. Olsen, ið er lættur og glaður um, at tað bar heim hjá føroyska liðnum í kvøld.

 

3) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Sølva Vatnhamar, ið var rættiliga troyttur og væl slitin aftaná enn ein harðan dyst. Sølvi er ovurfegin um sigurin, og fegnast um, at føroyska landsliðið hevur fingið ein so góðan heimavøll við so fantastiskum áskoðarum. 

 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum trimum málunum og dystarendanum. Hoyr eisini hann og viðmerkjaran, Jens Martin Knudsen taka samanum týdningarmikla sigurin. 

 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Petur Asbjørn Lervig hevði við føroysku málskjúttarnar, Klæmint A. Olsen og Heina Vatnsdal. 

 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við landsliðsvenjaran, Håkan Ericsson.