FM1: Hoyrið hæddarpunktini og samrøðu við Bagga

(FM1) Føroysku U21-landsliðsvenjarin heldur avgjørt, at eingin trúði uppá, at hetta úrslitið fór at lata seg gera

##med2##

 

- Eingin hevði trúð tí. Hetta er tað størsta. Hetta er fantastiskt. Orðini eigur U21-landsliðsvenjarin, Sámal Erik "Bagge" Hentze aftaná fantastiska 1-1 javnleikin móti Fraklandi í U21 EM-undankappingardystinum á ovara vølli í Gundadali.

 

- Kanska var tað heppið fyri okkum, at teir skoraðu so tíðliga í kvøld, tí møguliga kendu teir longu eftir átta minuttir, at spurningurin var bara, hvussu stórur sigurin fór at verða. Eg haldi eisini, at eftir, hvussu tað plagar at vera, so skoraðu vit ov tíðliga. Tað vór 35 minuttir eftir hjá fraklendingum at venda aftur, men tað megnaðu teir ikk, og tað eiga spælararnir alt rós fyri. At enda kendist tað sum um, at klokkan var í siropi, so seint kendist hon at ganga, sigur væl nøgdi Sámal Erik Hentze, U-21 landsliðsvenjari, sum eisini rósar øllum sínum monnum.

 

Talan er um fínt lið av venjarum, og Atli Gregersen, hjálparvenjari, Rúni Klein Joensen, málmansvenjari, Elmar Ósá, lækni, og øll hini eiga sín part í hesum framúr úrslitinum, sigur Sámal Erik Hentze við FM1.

 

Á ljóðfíluni omanfyr ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 siga frá málunum og dystarendanum, og taka stutt samanum ótrúliga avrikið hjá U21-landsliðnum í kvøld.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við ein ovurfegnan Bagga, ið hevur fingið enn eitt framúr úrslit sum U21-landsliðsvenjari. 

 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við føroyska málsskjúttan, Steffan A. Løkin. 

 

HER  ber til at hoyra samrøður við málverjan, Bárð á Reynatrøð.

 

HER ber til at hoyra samrøður við Áka D. Samuelsen, Børga Petersen og Steffan Radosavljevic.