FM1: ÍF-HB klokkan 17.30 og Kyndil-H71 klokkan 20

Seinni í dag verður beinleiðis frásøgn frá bæði Betrideildardysti og og Burn Mansdeildin dysti á FM1

Tað verður bæði beinleiðis fótbóltsfrásøgn og beinleiðis hondbóltsfrásøgn á FM1 seinni í dag.

 

Klokkan 17.30 sigur Tróndur Arge frá útsetta dystinum í Betrideildini hjá monnum í Fløtugerði í Fuglafirði millum ÍF og HB. ÍF hevur á næstaftasta plássi bert 13 stig og hevur seks stig upp til B68 og EB/Streym, og hevur hart brúk fyri stigum. Tað hevur HB eisini, ið kann við sigri leggja sjógv millum seg og B36 á stigatalvuni. HB kann við sigri í kvøld vinna seg upp á 40 stig, og tá vera fýra stig niður til B36 á fjórða plássi.

 

Klokkan 20 í kvøld verður sagt beinleiðis frá dystinum í Burn mansdeildini millum Kyndil og H71, ið verður leiktur í høllini á Hálsi í Havn. Talan er um fyrsta landskappingardystin hjá H71 hetta kappingarárið. Kyndil leikti javnleik 25-25 móti StÍF á útivølli farna vikuskiftið. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo