FM1: Julian er fegin um sigurin men fokuserar uppá Slovenia

(FM1) Hoyr samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við U20-landsliðsvenjaran

##med2##

 

Julian Johansen, U20-landsliðsvenjari er fegin um søguliga sigurin, og er errin av sínum monnum aftaná minniliga 33-32 sigurin á donsku stórfavorittunum í fyrsta dystinum í bólkaspælinum, har hini liðini eru Ungarn og Slovenia.

 

Julian Johansen vísir á, at tað hevði stóran týdning at fáa nógv mál í dag, tí tað var givið, at Danmark fór at skora nógv mál. 

 

Tað stóð á gomlum nøglum tá Danmark var á odda 20-16 fyrst í seinna hálvleiki. Men eitt leikbrá fekk vent gongdini og løtu seinni var støðan javnleikur 22-22. Eftir tað kom Danmark ongantíð á odda aftur.

 

Ungarn vann greiðan 31-22 (14-11) sigur Slovenia, ið Føroyar møta í morgin klokkan 12 (kvf.fo vísir dystin). Julian hevur tó størstu virðing fyri Slovenia, og tað fer aftur at krevja eitt framúr gott avrik at fáa ein sigur heim í morgin.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við Julian Johansen fyrr í dag. 

 

 

 

Samrøða við Julian Johansen um sigurin á Danmark og komandi dyst móti Slovenia

Samrøða við Julian Johansen um sigurin á Danmark og komandi dyst móti Slovenia