FM1: Landsliðsvenjarin heldur seg hava fingið nógv burturúr

(FM1) Håkan Ericson heldur, at landsliðið í kvøld við nógvum ungum leikarum avrikaði væl móti sterkum mótstøðuliði

##med2##

 

Ein sum var nøgdur aftaná 0-1 tapið fyri Norðurmakedonia í Skopje var landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, ið gav nógvum yngri monnum møguleikan í kvøld. Hann helt, at tað var eitt gott bland av royndum og ungum leikarum, har teir eldru tóku sær væl av teimum yngru og vegleiddu teir væl. Håkan minti eisini á, at talan var um eitt sterkt mótstøðulið á útivølli.

 

Vanliga er hann ikki nøgdur við at tapa ein dyst, men í hesum førinum var talan um ein ógvuliga gevandi venjingardyst fyri venjaratoymið og hópin.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Håkan Ericson.

 

##med3## 

 

 

 

Samrøða: Håkan Ericson

Samrøða: Håkan Ericson