FM1: Litavar fara aldrin at leggja seg undir russiskt vald aftur

(FM1) Hoyr eina longri samrøðu við Jóannes M. Hansen, ið hevur búð og havt virkið í Litava farnu 16 árini

##med2##

 

Hóskvøldið klokkan 19.45 spælir føroyska landsliðið Nations League dyst móti Litava á útivølli. Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

Fyrr í dag hitti Petur Asbjørn Jóannes M. Hansen, hálvan dalbing og hálvan hvalbing, ið er vaksin upp í gomlu bygdini á Argjum, og sum hevur búð og rikið virkið í Litava farnu 16 árini. Jóannes fortaldi útføriliga um søguna hjá Litava og høvuðsstaðnum, Vilnius, og um mentan, mat og siðir í Litava. Jóannes staðfesti eisini, at tað er kurvabóltur sum er tann stóra ítróttargreinin í Litava. Fótbólturin livir í skugganum av kurvabólti.

 

Jóannes slær fast, at litavar, ið virðismeta sítt frælsið høgt aftaná mongu árini við russiskum og sovjetiskum yvirræði, fara aldrin at legga seg undir russiskt vald aftur.

 

Størsta sorgarsøgan í litaviskari søgu eru teir nærum 300.000 litavisku jødarnir, ið Nazitýskland tók av døgum undir seinna heimskríggi.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sera áhugaverdu samrøðuna um Litava í søgu og nútíð. 

 

 

 

Longri samrøða við Jóannes M. Hansen, ið hevur búð og havt virkið í Litava farnu 16 árini

Longri samrøða við Jóannes M. Hansen, ið hevur búð og havt virkið í Litava farnu 16 árini