FM1: Maggi hevur savnað myndatilfar gjøgnum mong ár

(FM1) Hoyr Magnus "Maggi" Gunnarsson greiða frá myndaframsýningini hann hevur í Smiðjuni í Lítluvík

##med2##

 

Umleið 500 myndir eru á framsýningini umframt gamlar lýsingar frá bilstøðum og bilasølum, Magnus "Maggi" Gunnarsson reikar fyri í Smiðjuni í Lítluvík.

 

Maggi greiðir frá í samrøðu við FM1, at talan er um myndatilfar, ið hann hevur savnað gjøgnum mong ár.

 

Myndirnar strekkja seg frá tí fyrsti bilurin kom til Føroya í 1922 og fram til aldarskiftið. 

 

Maggi kemur at standa vakt hjá framsýningini alla ólavsøkuna, og hann vónar at fáa nógv gevandi prát við fólk, ið kunnu geva honum enn fleiri upplýsingar um føroysku bilasøguna. 

 

Bókin “Fyrsti bilurin 100 ár”, sum Helgi Jacobsen hevur skrivað, latin ókeypis til tey sum vitja myndaframsýningina 

 

Framsýningin er opin í fimm dagar - frá mikudegnum 27. juli til og við sunnudagin 31. juli, allar dagarnar frá klokkan 14-21.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna, ið FM1 gjørdi við Maggi. 

 

Samrøða við Magnus "Maggi" Gunnarsson um framsýningina í Smiðjuni í Lítluvík

Samrøða við Magnus "Maggi" Gunnarsson um framsýningina í Smiðjuni í Lítluvík