FM1: Málningaframsýning ið varpar ljós á sálarligu heilsuna

(FM1) Hoyr Stellu Zachariassen greiða frá málningaframsýningini hon hevur í Krosslíð 2

##med2##

 

Ólavsøkudagarnar og leygardagin hevur Stella Zachariassen eina forkunnuga málningaframsýning í fundarhølunum í Krosslíð í vesturbýnum í Havn.

 

Stella hevur valt at sýna fram eina seriu av málningum, ið varpa ljós á sálarliga heilsu, sum er nógv frammi, eisini her í Føroyum. Stella hevur valt at kalla framsýningina: ”Motivasjón”.

 

Stella veit at siga frá egnum royndum, at tað hevur hjálpt og gagnað henni væl at mála í tíðarskeiðum, har hon hevur havt tunglyndið. 

 

Talan er um fjálgar, heitar og litríkar málningar, ið eru ein uppmuntran til ein og hvønn. 

 

Fyrstu afturmeldingarnar til framsýningina hava verið góðar, greiðir Stella frá.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna, ið var við Stellu í ólavsøkusendingini hjá FM1. 

 

Framsýningin er opin hesar dagarnar:

 

Hósdagin (ólavsøkuaftan) 28. juli klokkan 14 til 20. 

 

Fríggjadagin (ólavsøkudag) 29. juli klokkan 14 til 20. 

 

Leygardagin 30. juli klokkan 14 til 20. 

 

Stella bjóðar eisini okkurt gott til góman og te og kaffi, og letur heilsa, at øll eru vælkomin. 

 

Fleiri málningar hjá Stellu síggjast á https://www.facebook.com/SelviZachArts

 

Samrøða: Stella Zachariassen um málningaframsýningina "Motivasjón"

Samrøða: Stella Zachariassen um málningaframsýningina "Motivasjón"