FM1: Mikkjal er meira bjartskygdur enn Dan um Conference League

(FM1) Gestir í Fótbóltspanelinum seinnapartin vóru Mikkjal Thomassen, Dan Brimsvík og Teitur Joensen

##med2##

 

Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjarin hjá B36, Dan Brimsvík, og fótbóltsviðmerkjarin, Teitur Joensen vóru gestir hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag.

 

Mikkjal og KÍ taptu 2-3 fyri Ballkani í fyrra dystinum á útivølli í triðja umfari í Europa Conference League undankappingini. Dan og B36 taptu 0-3 fyri Viborg á útivølli í somu kapping, so tað er greiður munur á vónunum teir báðir hava til returdystirnar á Tórsvølli í komandi viku. 

 

Teitur og Tróndur umrøddu avrikini hjá KÍ og B36, og Teitur metti um dystirnar, ið vera leiktir í Betrideildini hetta vikuskiftið. 

 

Leygardagin klokkan 16: Víkingur-07 Vestur (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum) 

 

Sunnudagin klokkan 15: HB-AB (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

 

Sunnudagin klokkan 15: B68-Skála 

 

Sunnudagin klokkan 15: NSÍ-EB/Streymur (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

 

Fótbóltspanelið 5. august 2022

Fótbóltspanelið 5. august 2022