FM1: Nations League til kvinnulandsliðini er á gáttini

(FM1) Hoyr samrøðu, ið var gjørd við aðalskrivaran hjá FSF undan dystinum móti Turkalandi

##med2##

 

Nógv talar fyri, at føroyska kvinnulandsliðið eisini sleppur at taka lut í einari Nations League kapping, ella einari kapping sum minnir um Nations League.

 

Hetta visti aðalskrivarin hjá FSF, Virgar Hvidbro at fortelja á Tórsvølli fyri løtu síðani.

 

Virgar fortaldi eisini, at tað hevur gingið heilt væl at selja atgongumerki til dystin móti Turkalandi á Tórsvølli í kvøld klokkan 19.45 í kvøld.

 

Virgar hevur eisini frætt, at fimm miljónir sjónvarpshyggjarar í Turkalandi fara væntandi at hyggja eftir dystinum.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Virgar Hvidbro á Tórsvølli fyri løtu síðani. 

 

Samrøða við Virgar Hvidbro undan dystinum móti Turkalandi á Tórsvølli

Samrøða við Virgar Hvidbro undan dystinum móti Turkalandi á Tórsvølli