FM1 samrøða: Áki gleðir seg til avbjóðingina í Týsklandi

(FM1) Hoyr samrøðuna Árni Gregersen hevði við Áka Egilsnes um skiftið frá KA í Íslandi til EHV Aue í 2. bundesligu í Týsklandi

##med2##

 

Seinastu fýra árini hevur Áki Egilsnes úr Vestmanna spælt við felagnum KA úr Akureyri, fyrst í næstbestu deildini og seinnu árini í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Áki hevur verið KA hollur hesi fýra árini og hevur sent nógvar bóltar í málið hjá mótstøðuliðunum. Saman við hinum í KA hevur Áki eisini á hesum sinni megnað at vunnið seg í endaspælið í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. 

 

Men nú verður íslendskur hondbóltur skiftur út við týskan hondbólt. Áki Egilsnes fer seinni í summar til eystara partin av Týsklandi fyri at spæla við EHV Aue, ið spælir í 2. bundesligu.

 

EHV Aue hevur spælt í 2. bundesligu síðani 2012. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við Áka Egilsnes í tíðindasendingini hjá FM1.

 

 

 

Áki Egilsnes sigur, at hann er stoltur av, at tað er eydnast honum at fáa ein sáttmála í Týsklandi. Áki metir bundesliguna at vera bestu hondbóltsdeildina í heiminum, og tí er 2. bundesliga eitt framstig fyri hann í menningini sum hondbóltsspælari.

 

Áki sigur seg ikki duga væl týskt, og tað fer hann at royna at læra seg, men hann fer fyrst og fremst til Aue fyri at kunna spæla hondbólt á hægri støði. 

 

In.fo fer annars at fylgja hvussu tað gongur hjá KA í endaspælinum í Íslandi sum byrjar fyrsta dagin, og sjálvandi eisini gongdini hjá Áka tá hann fer at spæla við Aue. 

 

(Samrøða hjá Árna Gregersen við Áka Egilsnes komandi 2. bundesligu spælara í Týsklandi)