FM1 sendir beinleiðis av Tvøroyri seinnapartin hósdagin

Sent verður millum klokkan 13 og 17.

 

Seinnapartin í morgin sendir FM1 beinleiðis av Tvøroyri millum klokkan 13 og 17.

 

Petur Zachariassen sigur soleiðis um sendingina: - So verður aftur sent beinleiðis úr Suðuroy og hósdagin 6. Oktober verður byrjað á Tvøroyri klokkan 13. Fyrst verður sent í ein tíma á enskum, har verturin í "Home & Away", Stella Zachariassen fer at tosa við leiðslu og starvsfólk á Varðanum Pelagic. Síðani verður sent frá klokkan 14 til klokkan 16.50 á føroyskum, har hin verturin, Petur Zachariassen fer runt og vitjar fyritøkur og privatpersónar, greiðir Petur frá.

 

Frekvensurin hjá FM1 á Tvøroyri er FM 92,5 MHz.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo