Í dag sendi FM1 beinleiðis av Tvøroyri í fleiri tímar, og í morgin verur sent beinleiðis úr Vági.
Petur Zachariassen greiðir soleiðis frá: - Byrjað verur at senda klokkan 11.00 úr Marghøllini í Vági, har Stella Zachariassen fer at tosa við venjaran hjá bogaskjótifelagnum í Suðuroy, ið er kanadiumaður. Hetta fer fram á enskum.
Millum klokkan 12.15 og 15.00 verður vitjað ymsastaðni í Vági og so endar sendingin úr Vági við, at fyrri tímin av Sportboxini verður sendur millum kl. 15-10 – 15.50 har gestir vitja og tosa um fótbólt, hondbólt og annað. Seinni tímin av Sportboxini verður fótbóltspanelið, ið verður sent úr Krosslíð í Havn.
Frekvensurin hjá FM1 í Vági er FM 93,5 MHz.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo