FM1: Sera spennandi Firmakapping millum BETRI og MAGN

(FM1) Hoyr Firmakappingina, ið var millum BETRI í Klaksvík og MAGN á Viðarnesi í Havn sum var sera spennandi

##med2##

14 fyritøkur/arbeiðspláss kappast í øðrum umfari í Firmakappingini - spurnarkappingini - á FM1 í vetur.

Vinnandi fyritøkan og taparin í finaluni sum verður komandi vár vinna tveir flottar vinningar.

Høvuðsvinningurin er ein flogferð við Atlantic Airways til Keypmannahavnar og aftur, og gisting á Hotel Absalon fyri 12 fólk. 

Annar vinningur er Hestur "Kittywakes and Caves" túrur við RIB62 fyri 12 fólk.

Í dag kappaðust BETRI í Klaksvík og MAGN á Viðarnesi í Havn. Talan gjørdist um eina stigaríka og sera spennandi kapping millum tvey dugnalig lið. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra dagsins Firmakapping.

(Firmakapping: BETRI í Klaksvík og MAGN)