FM1: Siga frá Víkingur-NSÍ og hava heimildarmann i Montenegro

Sendingin á FM1 byrjar beint áðrenn klokkan 19

Í kvøld verður aftur sagt beinleiðis frá betrideildarfótbólti á FM1.

 

Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá grannauppgerðini millum Víking og NSÍ í Sarpugerði í Norðragøtu. Dysturin byrjar klokkan 19. Trygvi Mortensen verur viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

 

Heimildarmaður hjá FM1 til seinna dystin í Europa Conference League kappingini millum Budocnost og HB, ið eisini byrjar klokkan 19 verur Jógvan Páll Lassen. Fylgt verður eisini við í gongdini í dystinum í Betrideildini millum 07 Vestur og EB/Streym á Dungasandi í Sørvági.

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystunum.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo