FM1 sigur beinleiðis frá B36-TB klokkan 18

Tróndur Arge fer at siga beinleiðis frá ólavsøkudystinum í Betrideildini

Fjórði dysturin í Betrideildini hetta umfarið verður leiktur á ovara vølli í Gundadali í kvøld klokkan 18. B36 tekur móti TB.

 

Talan verður um einasta ólavsøkudystin í Betrideildini á hesum sinni. 

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

Hæddarpunkt og ljóðsamrøður koma út á in.fo aftaná dystin.

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo