FM1 sigur beinleiðis frá Føroyar-Frakland (U21) klokkan 17.30

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1

Klokkan 17.30 í kvøld skal føroyska U21-landsliðið í eldin.

 

Á ovara vølli í Gundadali í Havn tekur U21-landsliðið móti krútsterka Fraklandi í einum EM-undankappingardysti. Frakland er risastórur favorittur at vinna á Føroyum.

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar aftaná tíðindasendingina sum byrjar klokkan 17.

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo