Í kvøld klokkan 20 vera fyrru hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini hjá monnum leiktar.
Í høllini á Hálsi í Havn møttast Neistin og H71. Í høllini í Vestmanna tekur VÍF móti Kyndli.
FM1 sigur beinleiðis frá báðum dystunum. Frásøgumenn vera Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge.
Samrøður við umboð fyri Kyndil, VÍF, H71 og Neistan koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.
Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Returdystirnir vera spældir sunnudagin klokkan 16.